New Ceramics!

translation missing: da.homepage.onboarding.no_content

translation missing: da.homepage.onboarding.no_content

translation missing: da.homepage.onboarding.no_content

translation missing: da.homepage.onboarding.no_content

Strandamáling

4511010

Inni Nr. 7

Rokna mongd

Vel lit
Mongd

Vel lit
Stk.

Kám

Til stovur, gongir og sovikømur, og har tú ynskir eitt kámt úttrykk.

Nr. 7 er vatngrundað akrylmáling, ið ikki luktar. Hon inniheldur hvørki loysingarevni, ammoniakk ella formaldehyd.
Nr. 7 fjalir og verjir væl og slettir ikki, tá ið rullað verður.
Nr. 7 er bert ætlað at mála veggir innandura.

Litir:
Nr. 7 verður framleitt í nøkrum høvuðslitum og kann eisini tónast í hópin av øðrum litum.

Endaúrslit:
Kámt

Leiðbeining

Mála:
Við pensli, rullu ella sproytu.

Trygdarflokkur:
00 – 1

Reingerð av amboðum:
Við vatni beint eftir nýtslu.

Tynning:
Vatn, um tað krevst.

Tíð at torna:
30 til 60 min. við 20 hitastig. Endaligir eginleikar náast eftir umleið 3 vikum.

Yvirmáling:
Eftir umleið 4 til 8 tímar, alt eftir umstøðunum.

Tjúkd:
Um 50 Poise. (Brookfield HA 5/50, 25 stig)

Glansur:
Um 7 (60 stig).

Evnisnøgd:
Um 1,30 g/ml, alt eftir liti.

Turrevni:
Uml. 53% av nøgd ella uml. 40% av rúmd , alt eftir liti.

Nýtsla av tilfari:
Uml. 0,10 l/m2 í ummáli svarar til 40 µm miðaltjúkd.

Hitastig, meðan málað verður:
Minst 5 stig.

VOC-evni:
Sbrt. reglugerð 1025/2005 eru mørkini fyri VOC-evni í hesi vøru fl A/a 30g/l (2010). Vøran inniheldur í mesta lagi 1 g/l.