Dururin er tað fyrst fólk síggja, tá tey koma inn í heimi. Tað er eisini har okkara skitnu skógvar standa, og har heimi møtir tí føroyska veðrinum. Máling í durinum skal tí klára eitt sindur av hvørjum.
Vit vilja gjarna hava, at dururin sær gott út, og skal onkursvegna avspegla stílin í húsinum. Tó, so skulu veggirnir eisini halda til, at skittur og fugt er til staðar. Tað skal vera lætt at turka fugt og skitt av vegginum, uttan at veggurin tekur skaða.
Fyri at klára hetta, er tað umráðandi at velja tann rætta glansin í málingini. Vanliga viðmæla vit eina hálvmatta/hálvblanka máling til durin. Tað vil siga ein glans 10 ella hægri - alt eftir hvat tín tørvur er, og hvussu blanka máling tú vilt hava.Hja Fróða hava vit serkunleika innan máling, eisini tá tað kemur til tín dur. Vit hjálpa fegin við at finna júst tað røttu málingina, at nøkta tínum tørvi.
Niðanfyri sært tú okkara úrvæl av máling - og um tú hevur spurningar, er tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.