Ókeypis útbering, keypir tú fyri yvir 500kr á nethandlinum

Glimmur

Glimmurmáling til veggir

Hugsar tú at geva barnakamarinum okkurt eyka, ella leitar tú eftir onkrum serstakum tilfari til títt heim, so er glimmurmáling ein frálík loysn. Glimmurmáling kann nýtast á ymiskar hættir, til at skapa eitt persónligt og serstakt útrykk í tínari innrætting. Til ber at nýta málingina á ein vegg og skapa ein kontrast í einum rúmi, hetta er sjálvandi bara ein møguleiki av nógvum kreativum loysnum. 


Hjá Fróða fylgja vit altíð tey nýggju rákini innan innrætting, og hetta er ein háttur at skapa nakað einstakt og kreativt. Vit hava nógvar góðar vørur frá Caparol, sum ger at tú kann skapa akkurát tann stílin, ið tú ynskir tær, og sum passar til júst tín. 

Niðanfyri ber til at lesa um, hvussu tú nýtir glimmur fyri at fáa besta úrslitið.


Glimmur í máling - soleiðis gert tu:

Caparol Diamonds er serliga framleitt glimmurstøv, sum kann tilsetast endamálingina fyri at skapa eitt gylt úrslit. 

  1. Fyrst skulu veggirnir vaskast, so klárt er at málað.
  2. Mála eina ella tvær ferðir við máling eftir egnum ynski, í litinum tú ynskir - hetta er uttan glimmur.
  3. Tá málingin er turr, blandar tú umleið 2-3% Caparol Diamonds glimmur í málingina, og málar síðani síðsta lagið. 
  4. Legg til merkis, at málingin skal vera heilt turr, áðrenn tú sært endaliga úrslitið, av tí at líttlu glimmurbitlarnir skulu hava tíð at reisa seg. 

Hugsa kreativt og virkisligt við glimmurmáling!

Tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum. 

Search