Ókeypis útbering, keypir tú fyri yvir 500kr á nethandlinum

Vindeygamáling

04 Wood Tex Classic Úr 249,95 DKK
Ædeltræolja 1 L 179,95 DKK

Vindeygamáling

Vit hava bestu vindeygamálingina, til tað føroyska veðurlagið. Góðskan á okkara máling er av tí besta, soleiðist tíni vindeygu halda sær í fleiri ár. 
 

Hvat er vindeygamáling?

Ein vindeygamáling er eitt slag av træverju, sum er gjørd til vindeygu. Hetta merkir, at tað ikki klistrar sum ein vanlig máling, men gevur eina harða og sterka yvirflatu. 

Vanliga verður vindeyga málingin sera skjótt turr, sum merkir tú kanst mála tvær ferðir sama dag - eingin umskyldningur ikki at koma ígong. 

Nær skal eg mála vindeyguni?

Her eru nøkur ráð:
 
  • Um málingin smittar á fingurin, er oljan í málingini byrja at fara úr. Tá tað ikki er meira olja, er tað einki sum verjir málingina. Hetta er tegn uppá, at tú skjótt skal mála hana aftur. 
  • Um tú klárar at skava máling av við neglini, skalt tú byrja at mála. 
  • Um málingin sprekkar, ella dettur av, skalt tú byrja at mála. 
  • Tá tey síggja slitin út, skalt tú mála. 

Fyrireikin til máling av vindeygum

Vanliga siga vit, at 75% er fyrireikingar, og 25% er sjálva málaraarbeiði. 

Soleiðis gert tú vindeyguni klár:
  • Reinsa vindeyguni grundiga við grundreins. Skola við vatn, og lat tað torna. 
  • Øll leys máling skal vekk. Tak eftir tí við sand-/slíbipapír. 
  • Støva av, og dekka av við málaratape. 
  • Nú er klárt at mála

Soleiðis málar tú við vindeygamáling

  • Fyrst skal tú hava útgerð. Keyp tað málingina tær ynskir, og ein góðan sprossepensil, sum er gjørdur til máling av vindeygum. 
  • Fyrst skal vindeyga málast við einum grundara. Serliga tá man hevur slíba/skava, soleiðist at tað er inn á træið, skal tað grundast væl. Lat tað turka eftirfylgjandi. 
  • Um vindeyguni skulu fugast, gert tú tað nú. Lat tað torna í 24 tímar. 
  • Mála nú 1. ferð við tíni vindeygamáling. 
  • Tá málingin er turr, tekur tú eftir tí, lættliga, við fínum sandpapíri. Alt støva skal vekk eftir!
  • Mála nú 2. ferð. Um vindeyga enn treingir til ein umganga, tak eftir við sandpapíri, og mála 3. ferð.

Nær er eitt gott tíðspunkt at mála?

Góð ráð:
  • Tú kanst altíð mála innandura. 
  • Vanliga siga vit, at ein málar uttandura frá síðst í apríl - september. 
  • Tað skal helst vera yvir 10 gradir, tá vit mála, sjálvt um hetta ikki er oftani í Føroyum. 
  • Tað er eitt gott hugskot at mála í skugga, soleiðist at málingin ikki tornar ov skjótt. Hetta ger at málingin heftir betri. Tað er ikki altíð hetta er ein møguleiki. 
  • Tað skal helst vera turt 2-3 dagar áðrenn og aftaná tú málar. 
  • Tað má max vera 15% fugt í trænum, tá tú málar.
 

Vit vegleiða við vindeygamáling

Um tað er nakað tú ivast í, so eru vit altíð til reiðar at deila av okkara vitan. Ring, ella kom framvið, Hjá Fróða ert tú altíð vælkomin.

Search