Stórt úrvæl av loftmáling Hjá Fróða
Hjá fróða vita vit, at loftmáling kann gevur einum rúmi nýtt lív. Vit hava tí eitt stórt úrvæl, soleiðist at tú kanst finna júst tað røttu málingina til tín tørv.
Hvat fyri sløg av loftmáling eru?
Sperrandi máling:
Hendan máling gevur góða verju ímóti vatnskaðum, nikotin, sót og líknandi, og virkar eisini sum slutmáling. Tú fært also tvey produktir í einari máling, og sparir tú nógva orku uppá málaraarbeiði.
Refleksfrí:
Ein refleksfrí máling er eitt gott hugskot, í rúmum har nógv ljós kemur inn, frá eitt nú stórum vindeygum. Hetta ger, at mátin málingin er rulla uppá, ikki sæst eins væl aftur. Hetta ger tað eisini lættari at mála onkrar partar av loftinum umaftur, um tað skuldi komi ein skaðið.
Kann eg brúka veggjamáling til lofti?
"Kann eg brúka avlopið av veggjamálingini til lofti?"
Í stuttum er svarið ja - tað kanst tú grundleggjandi gott. Tær flestu veggjamálingarnar eru við lágum glansvirði, og tað er oftani sama galdandi til loftmáling.
Vit viðmæla tó ikki at nýta loftmáling til veggirnir. Loftmáling er ikki gjørd til at blíva reingjørd á sama hátt, sum veggjamálingin er.
Blankt ella matt - hvat fyri glans skal eg velja?
Tá tú velur glansvirði á málingini, er tað ymiskt hvat fólk vilja hava. Tey flestu velja eina matta loftmáling, við einum glasvirði ímillum 1-5, alt eftir hvussu ljósið í rúminum er. Er rúmið sera ljóst, er best við lægri glansvirði.
Er rúmi harafturímóti myrkt, viðmæla vit eitt sindur hægri glans, sum ger at rúmi kann virka ljósari.
Vit vegleiða fegin, soleiðis at tú finnur røttu málingina.
Soleiðis málar tú lofti
Áðrenn sjálva málingin byrjar, skalt tú gera rúmi og lofti klárt:
Stig 1: Um hol frá lampum skulu spartlast, skal tað vera heilt turt áðrenn tú fert ígongd. Stig 2: Gólvið og møblar skulu dekkast til. Stig 3: Vaska lofti við grundreins, og síðani við reinum vatni. Lat tað turka áðrenn tú fert ígongd. Stig 4: Nú er klárt at byrja, og vit viðmæla ikki at steðga áðrenn arbeiði er liðugt, soleiðis at vit mála vátt í vátt. Byrja við at mála rundanum lampustikk og hornini, við einum breiðum pensli. Stig 5: Um veggirnir skulu málast seinni, kanst tú gott mála 1-2 sentimetrar niður á veggin. Um veggirnir ikki skulu málast, gert tú ein beinan kanst á veggin við penslinum. Ikki koyra tape á vaggin, tá málingin lættliga kann renna innundir, og tape kann hála veggjamáling av.Stig 6: Brúka eina rullu á einum skafti til restina. Syrg fyri at fordeila málingina so javnt sum til ber.
Góð ráð
- Syrg fyri at rullan altíð er vát, tá tú málar størri yvirflatur.
- Um lofti og veggirnir skulu málast, byrja við loftinum.
- Byrja við at mála har tað er mest ljós - á hendan hátt sært tú lættliga, hvussu langt tú ert komin.
- Um har eru listar á loftinum, byrja við at mála teir. Teir skulu hava somu máling sum restin av loftinum.
- Tað er ein fyrimunur, um rúmið er kalt tá tú málar. Á hendan hátt tryggjar tú tær, at málingin ikki tornar ímeðan tú málar.