Persónsdatapolitikkur
Dátuverndarpolitikkur – Sp/f Hjá Fróða
Í hesum dátuverndarpolitikkinum greiður Sp/f Hjá Fróða frá hvussu vit viðgerða og verja tínar persónsupplýsningar.
Sp/f Hjá Fróða veitir vørur og tænastur innan máling og aðrar vørur og tænastur til privata og vinnuliga marknaðin í Føroyum.
Kundar hjá Sp/f Hjá Fróða eru bæði privatpersónar og vinnufyritøkur.
Harumframt er Sp/f Hjá Fróða eisini arbeiðspláss hjá sínum starvsfólkum.
Sp/f Hjá Fróða handfer tínar persónsupplýsingar sambært galdandi Dátuverndarlóg, Løgtingslóg nr. 29 frá 10.mai 2024.
1. Dátuábyrgd
Sp/f Hjá Fróða er dátuábyrgdari fyri viðgerðini av tínum persónupplýsingum. Tær løgfrøðiligu upplýsingarnar um Sp/f Hjá Fróða eru hesar:
Sp/f Hjá Fróða
Hoyvíksvegur 63
FO-100 Tórshavn
Telefon 350 900
V-tal: 433 756
Dátuábyrgdari:
Sp/f Hjá Fróða
Att. Fróði Sigvardsen, stjóri
Tlf 350 900
Kunning um persónsupplýsing:
2. Hvat umfatar ein persónsupplýsing?
Talan er um persónsupplýsing tá upplýsingar og viðgerð av hesum kunnu knýtast til ein fysiskan persón. Talan kann verða um upplýsingar so sum (navn, bústað, aldur, starv, inntøku og útbúgving), ein samanseting av slíkum upplýsingum, ella metingar knýttar at einum likamligum persóni. Persónsupplýsingar kunnu eisini verða knýttar at eini fyritøku, um talan er um einstaklingavirki ella partaeigarar í eini fyritøku.
3. Hvussu verða persónsupplýsingar viðgjørdir?
Persónsupplýsingar verða viðgjørdir tá hesir verða nýttir til ymisk innanhýsis ella uttanhýsis endamál hjá Sp/f Hjá Fróða.
Viðgerð av persónsupplýsingum kann vera at savna, at skráseta, at goyma, at lata víðari, at avhenda o.a. ella ein sameining av hesum, líkamikið um sameiningin er sjálvvirkandi ella ikki. Øll nýtsla av persónsupplýsingum kallast viðgerð.
Tá ið Sp/f Hjá Fróða viðger persónsupplýsingar, er Sp/f Hjá Fróða dátuábyrgdari. Hetta merkir, at Sp/f Hjá Fróða hevur ábyrgd og skyldur sambært dátuverndarlógini av teimum persónsupplýsingum, sum Sp/f Hjá Fróða hevur savnað inn.
4. Hvat umfatar samtykki?
Ein viðgerð fer oftast fram grundað á samtykki frá tí, sum persónupplýsingarnir snúgva seg um, Tann skrásetti kann geva sítt samtykki til viðgerð av persónsupplýsingum, til eitt ella fleiri nágreinað endamál. Tað er ikki ein treyt, at samtykkið er skrivligt. Tann skrásetti hevur til eina og hvørja tíð, rætt til at taka sítt samtykki aftur.
5. Ábyrgdin
Sp/f Hjá Fróðaer dátuábyrgdari, sum inniber, at Sp/f Hjá Fróða hevur ábyrgdina av persónsupplýsingunum hjá sínum kundum, sínum starvsfólkum, samstarvspørtum og veitarum hjá fyritøkuni. Tað er ábyrgdin hjá Sp/f Hjá Fróða at fylgja dátuverndarlógini §8, har viðgerðin av persónsupplýsingum skal verða lóglig, hvørs talan er um viðgerð av upplýsingum frá kundum, samstarvspørtum, veitarum ella starvsfólkum.
6. Viðgerð av persónupplýsingum
Viðgerð av persónsupplýsingum sambært dátuverndarlógini §8 verður niðanfyri býtt í fylgjandi:
1.) Kundar, samstarvspartar og veitarar
2.) Starvsfólk
Ad. 1.) Kundar, samstarvspartar og veitarar
Tá Sp/f Hjá Fróða veitir kundum, samstarvspørtum og veitarum sínar tænastur og ráðgeving, móttekur Sp/f Hjá Fróða ymiskar upplýsingar, har vit skráseta og goyma persónsupplýsingar, sum er neyðugar fyri, at vit kunnu veita eina dygdargóða tænastu og halda tær skyldur, sum vit hava mótvegis hesum kundum, samstarvspørtum og veitarum.
Sp/f Hjá Fróða biður einans um upplýsingar, sum eru neyðugir fyri at kunna gerða eina keyps- ella søluavtalu ella samstarvsavtalu um vørur og tænastur.
Upplýsingar sum vit skráseta og goyma kunnu til dømis verða hesir:
Vinnukundar:
Navn, bústaður, v-tal, teldupostadressa, fastnet og fartelefon nummar, veitingarstað, kontaktpersónar og gjaldsupplýsingar.
Privatkundar:
Navn, bústaður, teldupostadressa, fastnet og fartelefon nummar, veitingarstað, kontaktpersónar og gjaldsupplýsingar. Vit taka ikki ímóti ella krevja P-tal frá privatkundum.
Tað sama er eisini galdandi fyri samstarvspartar og veitarar.
Sp/f Hjá Fróða viðgerð hesar upplýsingar frá kundum, samstarvspørtum og veitarum, við tí endamáli at kunna veita eina vinnuliga tænastu innan sølu av máling, gólv og øðrum vørum, umframt tænastur í hesum sambandi.
Kundar hjá Sp/f Hjá Fróða kunnu býtast í bæði vinnuligar kundar og privatar kundar. Undir vinnukundar koma eisini samstarvspartar, vøruveitarar umframt almennir- og kommunalir stovnar.
Skrásetti kundin, samstarvspartnarin ella veitarin skal altíð geva sítt samtykki, ella samtykki í teldupost, at upplýsingar um kundan kunnu skásettast hjá Sp/f Hjá Fróða.
Ad. 2.) Starvsfólk
Tá talan er um starvsumsóknir, viðger Sp/f Hjá Fróða persónsupplýsingar grunda á samtykki. Sp/f Hjá Fróði hevur mannagongdir hvussu farast skal fram viðvíkandi starvsumsóknum, viðgerð og skrásetingum av persónsupplýsingum.
Starvsfólk, sum sett verða í starv, umframt tey sum eru í starvi hjá Sp/f Hjá Fróða , verða viðgjørd sambært galdandi lóggávu og sambært setanarsáttmála við Sp/f Hjá Fróða.
Teir upplýsingar, sum Sp/f Hjá Fróða viðgerð frá starvsfólki, eru: navn, bústaður, telefonnummar, fartelefon nummar, teldupost adressa, P-tal, lønar kontonummar, eftirlønarkonto.
7. Víðarigeving av persónsupplýsingum
Útgangsstøði er at alt kundasamskifti millum Sp/f Hjá Fróða og kundar, samstarvspartar og veitarar er í stórsta trúnaði. Tó verða upplýsingar um kundar, samstarvspartar og veitarar viðgjørdir og upplýstir yvirfyri starvsfólkum, sum útinna tænasturnar vegna Sp/f Hjá Fróða.
Í nøkrum førum letur Sp/f Hjá Fróða tínar persónsupplýsingar til samstarvsfelagar ella veitarar, sum til dømis við flutningi av bíløgdum og/ella keyptum vørum. Í hesum sambandi kann navn, adressa, kontaktpersónur, teldubústaður og telefonnummar verða latnar flutningsveitaranum. Hetta kann eisini koma fyri í samband við til dømis innkrevjan og inngjøld, umvegis tekniskar innkrevjingar- og bankaskipanir. Somuleiðis tá tað er álagt Sp/f Hjá Fróða, kunnu persónsupplýsingar verða sendir til annan myndugleika ella triðjapersón og útland, tað eru tá bert alneyðugir upplýsingar, sum verða givnir víðari.
8. Striking av persónsupplýsingum
Meginreglan hjá Sp/f Hjá Fróða er, at persónsupplýsingar verða strikaðar ella læstar, tá ið avtalan um kundaforhold, samstarvsforhold ella veitaraforhold er enda. Tó við støði treytunum í roknskaparlógini.
Starvsfólkaumsóknir verða strikaðar beint eftir starvssetan, uttan so at Sp/f Hjá Fróða hevur gjørt munnliga ella skrivliga avtalu við umsøkjara, at hava umsóknina liggjandi eitt ávíst tíðarskeið.
Upplýsingar um starvsfólk ið fara úr starvi, verða læst í lønarskipanini, eftir síðstu lønarflyting.
9. Verja av tínum persónsupplýsingum
Sp/f Hjá Fróða nýtir fleiri ymiskar tænastur og KT-veitarar sum part av tí dagliga virkseminum. Hetta umfatar til dømis til umsiting og hýsing av KT-skipanum til egna fyrisiting, heimasíðuloysn, telefoni osv.
Sp/f Hjá Fróða tryggjr sær, at neyðugar avtalur eru gjørdar við KT-veitara, sum tryggjar eina nøktandi dátuvernd, tá hesir uttanhýsis KT-veitarar viðgera persónsupplýsingar vegna Sp/f Hjá Fróða, har Sp/f Hjá Fróða hevur ábyrgd av upplýsingunum.
Heimasíða og farspor (cookies)
Heimasíðan hjáSp/f Hjá Fróðanýtir farspor, til tess at betra um tænastuna á síðuni. Brúk av farspori verður heimilað í ítøkiligum samtykki frá tí vitjandi, sum altíð kann takast aftur.
Við at nýta heimasíðu okkara, www.hjafroda.fo, góðtekur tú:
- at vit brúka farspor, til tess at betra um tænastuna á síðuni. Brúk av farspori verður heimilað í ítøkiligum samtykki frá tær, sum altíð kann takast aftur.
- at tær persónligu upplýsingar sum tú gevur okkum á heimsíðuni, verða virdar og goymdar av okkum á ein tryggan hátt soleiðis at hesar verða hildnar loyniligar. Vit skilja og seta stóran dent á, at persónsdata verður handfarið trygt, soleiðis at tú sum brúkari kann føla seg tryggan á okkara heimasíðu.
Kanst tú ikki góðtaka persónsdatapolitik okkara, verður tú vinarliga biðin um ikki at nýta heimasíðu okkara.
Hvørjar upplýsingar innsavnað vit?
Tá tú nýtir síðu okkara, samlað vit sjálvvirkandi upplýsingar um títt tól, millum annað vitan um tín Web browsara, IPadressu, tíðarsonu, og onkrar av fjarsporingunum verða instaleraðar á títt tól. Harafturat, tá tú nýtir síðuna, savna vit upplýsingar um tær ávísu síðurnar ella vørurnar tú hyggir at, hvørjar síðu ella hvørjum tú leitar eftir, og vitan um hvussu tú uppførir teg á síðuni. Vit vísa til hesa sjálvvirkandi innsavnaðu upplýsingarnar "informatión um tólið".
Vit innsamla upplýsingar um tólið við at nýta fylgjandi:
- “Fjarsporing” er data fílar, sum verða goymdir á tínum tolið og ofta innihalda anonymt data, sum ger at vit kunnu nýta tað til sporing.
Fyri at lesa meira um fjarsporing, og hvussu man slær hesar frá, kanst tú vitja http://www.allaboutcookies.org.
- “Web beacons,” “tags,” og “pixels” eru elektroniskur fílar sum verða brúktir til at innsamlað upplýsingar um hvussu tú ferðast á heimasíðu okkara.
Harumframt tá tú keypir, ella roynir at keypa, gjøgnum okkara heimasíðu, innsavna vit data um teg (navn, adressu, betalingsinformatión (inklusiv kredit kort nummar, teldupost adressu og telefonnummar). Vit vísa til hetta sum "ordra informatión".
Tá vit tosa um "persónsdata" í hesum persónsdatapolitikki, tosa vit um báði informatión um tólið og ordra informatión.
Hvussu nýta vit vitanina?
Vit nýta ordra upplýsingarnar, sum vit innsavna til at avgreiða allar bílegginar, sum koma gjøgnum síðu okkara (inklusiv at taka ímóti gjaldi, standa fyri útbering, og at upprætta faktura og/ella ordra váttanir). Harafturat nýta vit ordra informatiónina til at:
- Samskifta við teg;
- Screena ordrar fyri potentielt svik og risiko; og
- tá teir upplýsingar vit hava innsavnað passa til lýsingar ella informatión um líkandi produktir ella tænastur.
Vit nýta informatión um tólið sum vit innsavna til at hjálpa okkum at síggja møguligar vandar og svik (serliga tína IP adressu), og meira generelt til at betra og optimera síðu okkara (til dømis við at analysera hvussu okkara kundar ferðast og brúka síðu okkara: Hetta fyri at hjálpa okkum við at veita eina so góða marknaðarføring sum tilber.
Deiling av tínum persónsdata
Vit nýta títt persónsdata við triðjaparti til at hjálpa okkum við at nýta títt persónsdata, sum lýst omanfyri. Til dømis nýta vit Shopify at hýsa heimasíðu okkara-- tú kanst lesa meira um hetta og hvussu Shopify nýtir títt persónsdata her: https://www.shopify.com/legal/privacy
Vit nýta eisini Google Analytics til at hjálpa okkum at skilja hvussu okkara vitjandi nýta okkara síðu-- tú kanst lesa meiri um hvussu Google nýtir persónsdata her: https://www.google.com/intl/en/policies/privacy/ ella tú kanst lesa um Google Analytics her: https://tools.google.com/dlpage/gaoptout.
At enda kunnu vit eisini enda við at nýta persónsdata ið samráð við virkandi lógir og reguleringar, at svara eventuellum stevningum, leita eftir prógvum ella annað ið lógin krevur av informatión sum vit fáa, ella á annan hátt at verja okkara rættindi.
Sum upplýst omanfyri, brúka vit persónsdata við at veita tær við persónligum lýsingum og/ella marknaðarføringssamskifti, sum vit meta hevur tín áhuga. Vilt tú lesa meira um hvussu beinraktar lýsingar virka, kanst tú vitja: http://www.networkadvertising.org/understanding-online-advertising/how-does-it-work.
Tú kanst velja frá beinraktar lýsingar við at vitja hesar síður:
FACEBOOK - https://www.facebook.com/settings/?tab=ads
GOOGLE - https://www.google.com/settings/ads/anonymous
Harafturat kanst tú velja frá onkrar av hesum tænastum við at vitja optout.aboutads.info/.
Datavarðveitsla
Eftir at tú hevur bílagt eina vøru gjøgnum heimasíðu okkara, goyma vit tínar ordraupplýsingar til okkara egnu nýtslu, um ikki tú ynskir at hetta verður slettað.
Broytingar
Vit dagføra møguliga hendan politik leypandi framyvir fyri at avspegla okkara dátakunningarpolitik, praksis osv.
10.Triðjalond
Sp/f Hjá Fróða flytur ikki tínar persónupplýsingar til triðjalond (tvs. lond uttanfyri ES/EØS), uttan so tað er neyðugt í tí ítøkiliga málinum. Tó hevur Sp/f Hjá Fróða nakrar útlendskar veitarar í ES, har dátur eru skrásettar á hesum forritum. Tó tryggjar Sp/f Hjá Fróða sær at hesir útlendsku veitarnar lúka treytirnar í dátuverndarlógini.
11.Trygd
Sp/f Hjá Fróða hevur mannagongdir, sum tryggja at fyritøkan hevur neyðugu trygdina og soleiðis eisini livur upp til krøvini um íverksetan av passandi tekniskum og organisatoriskum trygdartiltøkum. Harvið ger Sp/f Hjá Fróða sítt besta fyri at tryggja tínar persónupplýsingar, undir hesum bæði í mun til góðsku og fullkomileika.
Um brot á persónsdatatrygdina verða staðfest skal Sp/f Hjá Fróða samb. Dátaverndarlógini §47 boða Dátaeftirlitinum frá hesum uttan drál og innan 72 tímar.
12.Tíni rættindi
Sambært Dátuverndarlógini kapittul 4 hevur tú sum skrásetti hesi rættindi:
- Rætt til kunning §§ 23-25
- Rætt til innlit § 26
- Rætt til rætting § 27
- Rætt til striking § 28
- Rætt til viðgerðaravmarking §29
- Rætt til dátuflutning § 31
- Rætt til mótmæli § 32-34
- Rætt til ikki at vera fyri avgerðum, sum eru grundaðar á automatiska viðgerð
Í sambandi við áheitanir viðvíkjandi tínum rættindum omanfyri kann Sp/f Hjá Fróða biðja viðkomandi um samleikaprógv, soleiðis at Sp/f Hjá Fróða kann eyðmerkja teg og svara tíni áheitan á nøktandi hátt.
Tú kanst lesa meira um tíni rættindi í vegleiðingum hjá Dataeftirlitinum, sum kunnu finnast áwww.dat.fo
Vinarliga vend tær til Sp/f Hjá Fróða, um tú ert ósamd-/ur við mátan Sp/f Hjá Fróða viðgerð tínar persónupplýsingar uppá.
Tú hevur eisini møguleika at senda eina klagu til:
Dátueftirlitið
Heiðavegur 25
600 Saltangará
Tlf. 309100
Broytingar í dátuverndarpolitikkinum
Hesin dátuverndarpolitikkur er galdandi frá 20. desembur 2024 og verður leypandi dagførdur sambært galdandi reglum og siðvenju á økinum.
Samband
Skal Sp/f Hjá Fróða broyta ella strika persónligar upplýsingar, ið fyritøkan hevur skrásett um teg, ella um tú hevur spurningar til leiðreglurnar í dátuverndarpolitikkinum, verður tú vinarliga biðinum um at senda teldupost tilfs@hjafroda.fo