Ókeypis útbering, keypir tú fyri yvir 500kr á nethandlinum

Penslar

Ovalpensil Úr 69,95 DKK
Flatpensil Úr 29,00 DKK
Vinkulpensil Úr 139,95 DKK
Facadupensil 300 Úr 29,00 DKK
Pensil Úr 249,95 DKK
Jumbopensil Úr 179,95 DKK
Stuttur radiatorpensil Úr 109,95 DKK
Ovalpensil Úr 169,95 DKK
Rundpensil Úr 149,95 DKK
Sprossapensil Úr 69,95 DKK

Bíligir penslar til øll sløg av málarauppgávum - og til allar málarar

Vit hava eitt breitt vøruúrval, so møguligt er at finna penslar til tína næstu málarauppgávu. Um tú ert ein yrkismálari ella ein sum bara vil gera tað sjálvur, finnur tú heilt sikkurt ein pensil, sum passar til tíni ynskir og tørv. 

Hvønn pensil skal eg velja? - Stórt úrval

Tá ið tað kemur til val av penslum, er tað nógv treytað av, hvat teir skulu brúkast til. Tí er ymiskt, hvat er besti pensil til akkurát tína uppgávu. Hjá Fróða hava vit eitt breitt úrval av bíligum penslum. 

“Anstryger” er ein pensil, ið serliga er til máling og træverju á størri yvirflatum. Um tú skal koyra til dømis tapetklistur á, so er “anstrygeren” eisini væl egnaður til hetta. Møguligt er at fáa penslarnir í ymiskar støddir. 

Flatur pensil við træskaft. Pensilin er góður at hava sum ein partur av tínum málara amboð, tí hann kann nýtast til næstan allar málarauppgávur. Pensilin er væl egnaður til øll sløg av máling og lak. Pensilin fæst í trimum ymiskum støddum. 

Radiatorpensil er til at mála radiatorar við. Hesir penslar kunnu tó eisini nýtast til at røkka í hornini, tá ið tú málar veggir ella gólv. Teir fáast í ymiskar støddir. 

Rundur pensiltil smærri ting. Hesin pensilin er góður til at mála hvassar kantar til dømis í vindeygakarmar og durakarmar. Rundpensilin fæst í 3 ymisk sløg. 

Sprossapensil er góður til neyvleika uppgávur. Høvdið á penslinum endar í ein spíss, sum ger hann væl egnaðan til at mála vindeygu og hurðar. Sprossapenslarnir fáast í tríggjar ymiskar formar og fleiri støddir. 

“Stregtrækker”til neyvleika uppgávur. Hesin pensilin egnar seg best til smærri uppgávur, tá linjur skulu málast ella t.d horn og kantar. Pensilin fæst í tveimum støddum: 8mm og 12 mm

→ Hetta er bert nakrar av teimum penslunum, vit hava hjá Fróða. 

 Hvussu vaski eg mínir penslar

Málarapenslar kunnu gerast dýrar, um tú skal hava ein nýggjan, hvørja ferð tú skal mála. Um tú tekur tær av tínum penslum, kunnu teir halda sær í langa tíð, og tú sparir somuleiðis eisini nógvir pengar.
Tað er tí umráðandi at tú vaskar penslarnir skjótast gjørligt, tá ið tú ert liðug/ur at mála. Um tú vaskar teir væl, halda teir væl. 

Reingerð av penslum, ið eru brúktar til vatnbaserað máling

Tá tú nýtir vatnbaseraða máling er sera einfalt at vaska penslarnar. Her skalt tú bert nýta heitt vatn og sápu. Brún sápa kann gera so penslarnir verða reinir.
Tú skalt gníggja penslarnar í brún sápu, skola síðani penslarnar við lunkaðum vatni. Ger hetta til ongar málingarestir eru eftir. 

Reingerð av penslum brúktar til oljubaserað máling

Um tú hevur brúkt eina oljubaseraða máling, so viðmæla vit til at nýta penslareins. Tað finnast ymisk sløg at velja ímillum. 

Tá ið tú hevur vaskað tínir penslar, er umráðandi, at tú vendur penslarnar uppeftir í eitt krúss ella, at tú hongur teir upp, so verða penslarnir ikki skeivir. 

Search