Ókeypis útbering, keypir tú fyri yvir 500kr á nethandlinum

Handilstreytir

Handilstreytir

Avtalan millum teg (kundan) og Hjá Fróða er endaliga gjørd tá bíleggingin er móttikin og váttað. 

Prísir og tilboð á heimasíðuni (www.hjafroda.fo) eru uttan obligo. 

Treytirnar eru bert galdandi á nethandli okkara. 

 

Bílegging

Bíleggingar umvegis heimasíðu okkara eru ikki løgfrøðiliga bindandi avtalur. Vit (Hjá Fróða) hava tí til ein hvørja tíð møguleika at strika bíleggingina vegna tøkniligar trupulleikar, villur, veitingartrupulleikar og aðarar tílíkar støður.

Bíleggingin er fyrst váttað tá vøran er send tær (kundanum), ið tú hevur bílagt. 

Eftir framda bílegging senda vit tær eina sjálvvirkandi bíleggingarváttan á teldupost og/ella sms, har tú kanst síggja hvørja vøru tú hevur bílagt. Hetta er ikki at taka sum eina váttan fyri keypið, men bert ein kvittan fyri móttøku av bílegging tíni. 

Vit gera tí vart við at sjálvvirkandi kvittanin ikki er ein løgfrøðiliga binandi váttan, ið bindur avtalu millum partarnar. 

Persónspolitikkur

Fyri at tað skal vera møguligt at gera eina avtalu okkar millum, nýtast vit fylgjandi upplýsingar:

  • Navn
  • Bústað
  • Telefonnummar
  • Teldupost

Endamálið við skrásetingini av omanfyristandandi upplýsingum er at kunna veita bíløgdu vøruna til tín. Er tú skrásett/ur á heimasíðu okkara, er altíð møguligt at venda tær til okkum (Hjá Fróða), fyri at síggja hvørjar upplýsingar vit hava skrásettar um teg. Hetta hevur tú rætt til, sí persónspolitikk okkara her. Goymdu upplýsingarnir verða ikki givnir triðja persóni, tó verða neyðugir upplýsingar givnir til Posta í samband við útbering av bíleggingini. Vit geva bert Posta neyðugu upplýsingar, soleiðis at teir fáa borið út bíleggingina. 

 

Striking av bílegging

Móttekur tú ikki sjálvvirkandi bíleggingarváttanina frá okkum (Hjá Fróða), merkir hetta at vit ikki hava móttikið bíleggingina. 

Ynskir tú at strika bíleggingina, skal tú seta teg í samband við okkum. 

Ynskir tú at strika eina bílegging, ið er send, kann hetta keypið eisini iðrast, sí punktið um iðranarrætt longri niðri. 

  

Gjaldsoyra og prísir

Prísir á heimasíðu okkara eru í donskum krónur, og eru íroknaðir meirviðrisgjald. 

Gávukort eru tó MVG frí. Prísirnir eru bert galdandi fyri vørur, ið verða latnar í Føroyum. 

 

Samsýning

Bíløgdu vørurnar kunnu gjalddast við gjaldskorti. Kortupplýsingar verða sendar krypteraðar millum gjaldsveitara og Hjá Fróða. 

Persónsupplýsingar verða ikki krypteraðir. Hetta er tó bert galdandi fyri navn, bústað, telefonnummar og tílíkt). 

Gjald fyri vørurnar kann gerast við:
1. Dankort og Visa/Dankort
2. Skuldskrivast á góðkenda konto hjá Hjá Fróða.

 

Útbering

Bíleggingar ið verða avgreiddar áðrenn kl 08.00 gerandisdagar, verða avgreiddar sama dag, um ikki annað er avtalað. Verða bíleggingar gjørdar eftir kl 08.00 ella aðrar dagar enn gerandidagar, verður bíleggingin borin út fyrsta gerandisdag eftir hetta. 

Útberingarprísir síggjast við tá tú váttar keypið á heimasíðuni. Legg til merkis at um tað ikki er møguligt at bera tær bíleggingina, og tú ynskir vøruna útborna, verður nýggjur útberingerprísur lagdur afturat tí fyrsta prísinum, fyri at gera tað møguligt at fáa bílegginina útborna seinni. 

Bíleggur tú fleiri vørur, kann bíleggingin berða deild upp í fleiri útberingar. Orsøkin til hetta er um tað manglar vøra á goymslu, bera vit út tað sum er á goymslu beinanvegin, fyri síðani at bera út restina sum tað kemur á goymslu leypandi. 

Útgangspunktið er at vøran verður útborin til kantstein. Hetta merkir at Posta berur vøruna so tætt at inngongini sum bilurin sleppur, og at vøran ikki verður borin inn.

Er annað ikki avtalað, er møguligt at strika keypið, um tú ikki móttekur bíløgdu vøruna seinast 14 dagar eftir, tú hevur bílagt vøruna. 

 

Vit nýta Posta til útbering, og berur Posta kring alt Føroyar. Tá vøran verður móttikin, verður undirskrift kravd fyri váttan av móttøku.

 

Eru atkomumøguleikarnir á veitingarstaðnum ikki nøktandi, tilskila vit okkum rætt til at strika veitingina og eisini tænastur sum t.d. uppbering og/ella montering.

 

Vit bjóða ókeypis útbering, um tú keypir fyri yvir 500,-. Ókeypis útbering er bert galdandi fyri keyp á heimasíðuni www.hjafroda.fo.

 

Afturbering av blandaðari máling

Tað er ikki møguligt at bera máling aftur, ið er blandað eftir serynski. Vit gera tó vart við at tað í flestu førum er møguligt at gera litirnar myrkari, men ikki ljósari. 

Vit viðmæla tí altíð at keypa eina litroynd áðrenn tú avger endaligu avgerðina.

 

Iðranarrættur

Tú kanst iðra keypið, uttan grundgeving, inan 14 dagar eftir avtalan er endalig. 

Iðranarrætturin gongur út eftir 14 dagar eftir at tú hevur móttikið vøruna.  

Neyðugt er at innan 14 dagar eftir móttøku at vøruni, at geva boð um at tú ynskir at iðra keypið. Fráboðanin skal sendast til hjafroda@hjafroda.fo. Í fráboðanini skal tú geva okkum greið boð um at tú ynskir at nýta iðranarrættin. 

Undantak:

Máling, ið er litað eftir ynski, er ikki møgulig at bera aftur. Vit gera viðmæla tí altíð at tú keypir eina litroynd at taka við heim áðrenn tú avgerð endaliga litin. 

Vit kunnu í einstøkum førum gera málingina myrkari, og gera vart við at tað ikki er møguligt at gera málingina ljósari.  

Afturborin vøra skal vera í sama standi sum tá tú móttók hana

Er fall í virðinum á vøruni, ið er annað enn tað ið neyðugt er fyri at handfara vøruna, kanst tú ábyrgdast fyri fallið í virðinum. Tað er møguligt hjá tær at royna vøruna á sama hátt sum tú vildi gjørt í handlinum, fyri síðani at bera hana aftur, men tú kanst ikki taka vøruna í brúk. Verður vøran nýtt meira enn tað sum er verður lýst, er vøran at roknað sum brúkt. Hetta merkir at tað ikki er møguligt at fáa endugoldið fulla upphædd, um tú iðrar keypið. Endugjaldið verður avgjørt eftir handilsliga virðinum á vøruni. 

 

Endurgjald eftir iðran

Verður keypið iðrað, verða allir kostnaðir endugoldnir, tó ikki útberingarkostnaðir, um vøran er útborin. Endurgjaldið verður avgreitt skjótast møguligt, tó í seinasta lagi 14 dagar frá tí degi vit hava móttikið boð um iðran. Endugjaldið verður gjørt uttan ómaksgjald, og við sama gjaldsmiðli, ið tú nýtti til keypið. Ynskir tú annan útgjaldshátt, vinarliga set teg í samband við okkum. Vit tilskila okkum rættin til at afturhalda endugjaldið til vøran er móttikin. 


Afturbering

Hevur tú móttikið vøruna, skal hon berast aftur til Hjá Fróða, uttan óneyðugt afturhald, og í seinasta lagi 14 dagar eftir at tú hevur boðað okkum frá, at tú ynskir at iðra keypið. Freistin er hildin um vøran verður borin aftur innan 14 dagar eru farnir. Tað er týdningarmikið at afturberingarkostnaðir kunnu leggjast afturat kostnaðinum, um tú velur at nýta triðja part til afturbering. 

Summar vørur kunnu ikki berast aftur við vanligum posti. Hetta er galdandi fyri millum annað stilladst, stigar og aðrar størri vørur.  

 

Klagurættur

Galdandi reglur fyri klagur eru galdandi. Sambært keypilógini hevur tú 24 mánaðar klagurætt uppá allar keyptar vørur. Alt eftir støðuni, kanst tú fáa vøruna umvælda, býtta um, afturgoldnan pening ella fáa avsláttur av søluprísinum. Tað er krav at klagan er heimila, og at mangulin ikki er íkomin orsaka av skeivum brúki av vøruni ella av aðrari skaðavaldandi framferð.

Fyri vørur, ið hava avmakarða livitíð, er klagurætturin avmarkaður til vanligu livitíðina fyri ávísu vøruna.

Eru feilir ella manglar við vøruni, skal tú uttan óneyðugt afturhald seta teg í samband við okkum, og greiða frá feilinum ella manglinum. Er klagan borin okkum í hendi innan 2 mánaðir eftir at mangulin er funnin, vil klagan verða roknað sum rættstundis. 

Hjá Fróða heftir ikki fyri garantium, ið eru givin av triðjamanni.

Ynskir tú at klaga, kanst tú seta teg í samband við okkum. Hevur vøran manglar ella feilir, royna vit at umvæla vøruna, ella veita tær eina nýggja vøru, um hetta ikki viðførir og stóran kostna fyri Hjá Fróða. 

Er klagan heimilað, endurrinda vit tín (rímiliga) afturberingarkostna. Vøran skal altíð sendast aftur í ráðiligum pakningi, og minst til at fáa eina kvittan fyri sendingina, so vit kunnu endurrinda tín fraktkostnað.

Er tú ikki nøgd/ur við handfaringina frá okkara síðu, verður tú biðin um at seta teg í samband við Hjá Fróða. Verður loysn ikki funnin, kanst tú klara til Brúkaraumboðið her: www.bruk.fo ella umvegis bræv til Brúkaraumboðið, Skálatrøð 20, Postrúm 73, FO-110 Tórshavn, tlf. +298 35 80 00.

Finnur tú ein feil ella ein mangul við einari keyptari vøru, skalt tú sum vinnurekandi beinanvegin seta teg í samband við Hjá Fróða, eftir at feilur ella mangul er staðfestur.

Tú hevur sum vinnurekandi harumframt skyldu til at kanna ta keyptu vøruna, sum vanligur handilssiður krevur.

Hjá Fróða Sp/f

Hjá Fróða Sp/f,

Smyrilsvegur 10

FO-100 Tórshavn

hjafroda@hjafroda.fo

+298350900

V-tal: 433.756

Search