Á hesi síðu finnur tú okkara stóra úrval innan trærøkt og lakk. Til dømis er eitt gott hugskot, um ein hevur eitt køksborð gjørt úr træi, at viðgera tað við borðplátu olju. Hetta ger at borðið verður mótstøðuført fyri vatn og skitt, og á hendan hátt heldur seg pent leingi.
Nýtslumøplar av træ gerast slitin, og hava tí brúk fyri møplalakk. Trægólv kunnu viðgerast við gólvolju ella gólvlakk alt eftir tørvi. Summi fyritrekkja at viðgera gólvið við gólvlakk, tí hetta gevur eina haldgóða og skittburturvísandi yvirflátu. Tó virðismeta summi tí nattúrligu útsjóndina, sum gólvolja dregur fram.
Tá tú hevur viðgjørt tíni gólv, borðplátur o.m.a, er týdningamikið at røkta teimum eftirfylgjandi, so viðgerðin heldur longst møguligt. Hetta gert tú við reingerðisvørum, sum eru serliga gjørd til olju- ella lakkviðgjørt træ.
Hjá Fróða hava vit eitt breitt úrval av trærøkt og gólvlakk, so til ber at finna eina vøru, sum passar til tað tú tørvar. Vit leggja dent á at lata vørur av høgum kvaliteti til bíligar prísir. Vit hava millum annað kend merkir sum Junckers, Jotun og Beck & Jørgensen.