Ókeypis útbering, keypir tú fyri yvir 500kr á nethandlinum

Tapet

Spøntapet Prima 249,95 DKK

Tapet til alt húsið

Eitt flott tapet er oftani eitt gott væl, tá tú byggir hús, ella renoverar. Tað gevur rúminum karakter, og heldur sera leingi. Tú hevur fleiri møguleikar, og kanst gera sera flott mynstur. Um tú velur at tapetisera 1 rúm ella fleiri, og kanska hevur eitt gjøgnumgangadi tema ígjøgnum húsið, er heilt upp til tín sjálvan. 

Tað er ikki so torført at tapetisera, sum fleiri halda

Ynski tú at skapa okkurt øðrvísi, okkurt sum ikki ber til við máling, men kanska heldur at tað er ov torført at gera sjálvur, so skalt tú ikki missa móti. Tað er ikki so toført at koyra tapet á veggin, sum fleiri halda. Fylg hesum ráðum, so tú trygd kanst fara í holt við at tapetisera heimi: 

1. Byrja við at ordna hol og rivur í vegginum
2. Støvsúgva og reinsa veggin, og lat hann torna áðrenn tú byrjar. 
3. Koyr lími beint á veggin, soleiðis at tað er nokk av lími, til eina bana í senn.
4. Koyr so banan á veggin, og sker tað til í erva og neðra.
5. Endurtak tað tú hevur gjørt við allan veggin, og syrg fyri at tað ikki yvirlappar. 
6. Hetta var ikki so toført, ha? :)
Vit vegleiða og hjálpa fegin, um tað er nakað tú ivast í.

Search