Tað liggur í orðinum, hvat hendan máling er egna til. Vátrúmsmáling er egna til at koma í kontakt við vatn, uttan at tað kemur ígjøgnum, og gevur fugtskaða. Hetta er sera kærkomið í rúmum við nógv fugt og vatn - millum annað baðirúmi og køkurin. OBS - vátrúmsmáling hava vit ikki ístaðin fyri at vátrúmssikra baðirúmi.
Vátrúmsmáling er sera nem og góð at nýta. Hon kann nýtast á allar festu yvirflatir, og undirløg. Betong, gipsplátur til vátrúm, cementfiburplátur, og glasvev.
Vátrúmsmáling er altíð eitt gott hugskot, um tað er nógv fugt í rúminum, ella at tað er vandi fyri, at vatn kemur á yvirflatuna. Hetta ger vátrúmsmáling upplagt til:
Baðirúm → Óansæð hvussu títt baðirúm er innrætta, er nógv fugt í luftini, tá tú ert í brús.Tey flestu sløgini av máling til vátrúm eru acrylmáling. Acryl er sera vatn- og fugtavísandi, og mótstøðuført móti mugg. Okkara vátrúmsmáling er í ymiskum glansi, soleiðis at tú kanst fáa tað útskjónd tú ynskir.
Máling til vátrúm við høgum glans er mest mótstøðuført, og lættast at halda reint, uttan at tað missur farvuna.
Sum við øllum málaraarbeiði, eru tað nakað av forarbeiði. Soleiðis bera vit okkum vanliga at, tá vit mála eitt baðirúm:
Vaska veggirnir grundigt
Brúka grundreins, og ikki verða bangin fyri at leggja kreftir í, soleiðis at tað verður ordunliga reint. Um neyðugt, tak eftir vegginum fleiri ferðir.
Brúka grundara til tær sugandi yvirfláturnar
Um undirlagið drekkur nógva máling, burdi tú givið tí eitt lag av vátrúmsgrundara fyrst. Á hendan hátt fáa vit besta úrslit, sum eisini heldur longri.
Royn undirlagið
Her er eitt gott ráð: Royn undirlagið tú fert at mála. Koyr eitt sindur av máling á undirlagið, og lat tað turka. Hereftir koyrir tú eitt sindur av málaratape á. Tak tape'i av aftur, og um málingin kemur við, er undirlagið ikki stabilt nokk til at verða málað.
Mála við vátrúmsmáling
So er bara at koma ígongd við málingini. Tú kanst bæði nýta penslar ella rullir. Turkingartíðin burdi staðið á spannini - og sum við øllum øðrum - er tað eitt gott hugskot at mála tvey løg.
Ja tað kanst tú gott. Fyrsta skulu teir reinsast væl við grundreins, og eftir hetta málast við grundara, sum ger at málingin heftir. So er klárt at mála.
Vit hjálpa tær fegin, um tað er nakað tú ivast í.