Væl umtøktir veitarir
Vitja handilin í Tórshavn
Vit hava handil á Smyrilsvegi 10 í Tórshavn.
Opið er:
Mánadag - fríggjadag: 08.00 - 17.30
Leygardag 09.00 - 14.00
Sunnudag er stongt
Fylg okkum á Instagram
Góðskumálingin fæst Hjá Fróða
Hjá Fróða hava vit yvir 30 ára royndir við at selja máling. Gjøgnum árini hava vit upparbeitt okkum góð og sterk sambond við veitarar í útlondum, ið tryggjar tær at tú fær tú bestu málingina til ein sergóðan prís. Vit selja alt frá veggjamálin, træverju, gólvmáling, facadumáling og gólvlakk, eins og penslar og annað tilhoyr til málaraarbeiðið við høgum kvaliteti. Hetta gera vit, tí vit vita, at dygdarvøra gera tað møguligt hjá tær at náa tí best møguliga úrslitinum. Sergóðska noyðist ikki at kosta ein bóndagarð - í hvørtfall ikki frá Fróða. Okkara mál er at vera tín veitari innan máling, træverju og tilhoyri ið er fyri ein prís ið er at hava við at gera.
Hjá Fróða - nú eisini á netinum
Við málin frá Hjá Fróða er tað nemt hjá tær at koma í gongd við tínar yndis verkætlanir við hús. Við okkara vitan og royndum gera vit alt fyri at geva tær eina dygdargóða máling til ein dygdargóðan prís. Keypir tú fyri yvir 500,- syrgja vit fyri at vit útvega málingina til tínar høvuðsdyr. Er tú ikki heima tá vørna verður útvegað, kunnu vit seta vøruna uttanfyri hjá tær, ella vit avtala eitt nýtt tíðspunkt ið passar tær betri.
Hjá Fróða meina vit at tað skal vera lætt hja tær at keypa máling og málingatilhoyr á netinum. Vit útvega fegin farvukort soleiðis at tú lættliga kanst velja júst ta farvuna tygum lystir. Vit eru altíð klár at geva ráð og vegleiða tær innan máling og val av máling. Okkara starvsfólk hava sera nógvar royndir, og vegleiða tær fegin innan alt frá at mála loftir, húsafacadur, terassur, epoxymáling og møblar. Tú er altíð vælkomin at støkka inn á gólvið, ella at ringja til okkum á telefon 350900.
Vit hava máling til allan tørv
Tað er munur á, hvat fyri máling tú skalt nýta til eitt nú veggir, loft og gólv. Hjá Fróða veita vit serkunnleika at velja júst tað røttu málingina til tín tørv. Vit hava fingurin á pulsinum, soleiðis at vit altíð eru klár at veita kunning innan tey nýggjastu rákini í málingaheiminum. Við okkara hjálp, kemur tú skjótt í gongd við at mála. Hjá Fróða hava vit Føroya størsta úrval av máling, samstundis sum vit hjálpa tær at finna íblásturin. Alt frá barnakamarinum til køkin - vit júst tað røttu málingina til tín.
Hjá Fróða bjóða vit eisini eitt spennandi úrvæl av sermáling. Við okkara KABRIC máling fær veggurin nýtt lív. Hon kann bæði sparslast og penslast á veggin, alt eftir hvat fyri úslit tú ynskir. Við KABRIC fær veggurin eina ráa útsjónd, ið hóskar væl á endavegginum í kamarinum, ella í køkinum. Eisini hava vit sermáling til barnakamari, soleiðis at tú kanst gera tað til dreymakamarið, har einans hugflogið setur mørk.
Útgerð til ein hvønn tørv
Hevur tú eina stóra umvælingar verkætlan? Vit veita tær bæði útgerð og kvalitetsvørur. Hava veggirnir tikið skaða av sót, fukt ella nikotin, kanst tú forða fyri at luktur og misliting slóðar sær ígjøgnum við sperrandi máling. Máling er sera góð til eitt nú at geva gamla træloftinum nýtt lív.
Tá tú fert í holt við umvælingar, er umráðandi at hava tað útgerðina tær tørvar. Við okkara útgerð verður arbeiði væl úr hondum greitt. Í okkara nethandlið eru málarapenslar, sparslijørn, útgerð til avhyljing, og arbeiðsklæðir til málaran. Kvaliteturin av útgerðini hevur ávirkan á úrslitið av tínum arbeiði. Vit hjálpa tær at finna júst tað røttu málaraútgerð, um tú skalt sproyta eina stóra yvirflatu, ella mála loftið í gestakamarinum.
Hvussu nógva máling skal eg brúka?
Oftani spyrja kundar okkara, hvussu nógva máling tey skulu keypa. Vit plaga at siga at:
- 1 litur av máling røkkur til 8-10 m2 per lag við veggmáling
- 1 litur av máling røkkur til 6-8 m2 per lag við loftmáling
- 1 litur av máling røkkur til 5-6 m2 per lag við gólvmáling
Um tú leitar eftir veggmáling, so røkka 10 litrar vanliga til 60-70 kvadratmetrar, fyri hvørt lag tú málar. Ynskir tú at vita meira um, hvussu nógva máling tú skalt brúka, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum, vit vegleiða feðin.
Hvussu leingi tekur málingin at torna?
Tað er ymiskt hvussu leingi tey ymisku málingasløgini taka at torna. Málar tú tínar veggir ella loft, kanst tú vænta, at tað tekur 2-4 tímar, áðrenn tú kanst mála eitt nýtt lag.
Hvussu fái eg málingina av klæðunum?
Tá ein málar, kann man vænta at fáa máling á klæðini. Tað er altíð hugagott, at velja klæðir, ið tola at fáa máling á seg. Tað er ikki altíð líka lætt at fáa málingina úr klæðunum, og tí viðmæla vit at hava arbeiðsklæðir, ella eina drakt at mála í.