Vilt tú geva vegginum nýtt lív? So skalt tú hava fatur í einari góðari spann við veggjamáling. Áðrenn tú ert til reiðar at nýta tínar flottu, nýmálaðu veggir, er tað umráðandi at tú veist, hvussu tú ber teg at. Niðanfyri vegleiða vit, hvussu tú skalt bera teg at:
Sum við so nógvum øðrum, er samanhangur ímillum prís og kvalitet, tá tað kemur vil veggjamáling. Vit viðmæla ikki, at tú fert eftir tí bílagstu málingini á marknaðinum. Tær bíligu málingirnar hefta oftani verri, og eru aloftast meira umhvørvisskaðiligar, enn tær dýraru.
Hjá Fróða hava vit millum annað máling frá Beck og Jørgensen, Flügger og Caparol. Um tú velur eitt av hesum merkinum, kemur tú at nýta tað somu vøruna, sum málarameistararnir. Á hendan hátt, verður títt "gør-selv-projekt", til eitt meistaraverk.Her er tað nógv upp til tann einstaka, hvat fyri farvu man vil hava. Hjá Fróða hava vit uttan iva eina veggjamáling, sum passar til tín. Sí okkara úrval av farvukortum, og bílegg eitt ókeypis heim.
Farvur hava stóran týdning fyri, hvussu vit uppliva eitt rúm. Eitt lítið rúm følist størri, tá vit mála tað við hvítum, ella einari aðrari ljósari nuansu. Og øvugt gera myrkari farvur tað mótsatta. Ein myrkari farva kann skjótt geva kensluna av eini "holu". Hetta kann rigga sera væl í ávísum førum, eitt nú til eitt heimakontór ella bókasavn, har ein hevur hug at hugsavna og fordjúpa seg.
Tá ein veggjamáling er 100% rein akrylmáling, so fært tú tað fremsta og besta innan máling - bæði tá tað kemur til úskjónd, og at halda reint. Ynskir tú eitt bíligari alternativ, kanst tú royna okkara úrval av plastmáling.
Øll máling eldist við tíni, og verður ov gomul at nýta, so tað er umráðandi at hava í huga. Sum við so nógvum øðrum, er aloftast tvey dato á spannini, fyri haldbarheitina tá spannin er ásett og óásett. Øll málist eigur at vera goymd frostfrítt, uttan beinleiðis sólarljós, og í umleið stovuhita.
Á flestu spannunum, stendur hvussu nógvar kvadratmetrar tær dekka. Vanliga siga vit, at:
Jú meira lakk er í málingini, jú hægri er glansvirði. Og jú hægri glansvirði er, jú meira skínur málingin. Málingin, ið hevur sera lágt glans virði, nevna vit "mat".
Lakkið í málingini er við til at forða fyri, at skittur og fugt treingja inn til yvirflátuna á vegginum. Av tí sama er máling við einum hægri glansvirði ofta eitt meira praktiskt væl, eitt nú til barnakømur, baðirúm osv.
Hetta glansvirði viðmæla vit, til tey ymisku rúmini í húsinum:
Vit viðmæla, at tú byrja við at mála øll hornini við einari lítlar rullu, ella einum pensli. Eftir hetta nýta vit eina stóra rullu, har tað ber til. Nøkur góð ráð:
- Oftast er neyðugt at mála tvær ferðir, alt eftir hvørjum standi veggurin er í.
- Lat veggin turka nógv leingi, áðrenn tú málar fyri aðru ferð.
- Ikki taka pausu, tá tú ert í holt við at mála. Tá tú ert byrjaður uppá ein vegg, mála so allan veggin ímeðan hann enn er vátur.
- Mála altíð upp og niður við tínar rullu. Hetta gevur tað flottasta úrslitið.
- Royn at fordeila málingina javnt yvir allan veggin.