Hjá Fróða hava vit eitt stórt úrvæl av máling til garasjuna. Tað er ymiskt hvat garasjan verður nýtt til, og tí er tað eisini ymiskt hvat fyri máling er best.
Vit hava uttandura máling til træ, sum inniheldur nógv olju og rotverju (imprægnering), sum verjir træið móti rot og svamp. Hetta ger, at garasjan heldur sær í fleiri ár.
Vit hava eisini máling til veggirnir í garasjuni, sum er slitstærk, soleiðis hon tolir skitt, stoytir, og eventuelt eitt sindur av sveising.
Til betonggólvið hava vit epoxymáling, sum gevur eina slitsterka yvirflatu, og harvið varðveitur sín glans leingi.
Hvat fyri slag av máling tú skalt brúka, er alt eftir hvat garasjan verður brúkt til.
Vit hjálpa fegin við at finna tað røttu málingina, til tína verkætlan. Vit hava nógva vitan innan garasjumáling, óansæð hvat hon verður brúkt til. Um tað er nakað tú ivast í, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.