Ókeypis útbering, keypir tú fyri yvir 500kr á nethandlinum

Litað sparsl (inni)

Detale KABRIC Úr 549,95 DKK
Detale KC14 Úr 889,95 DKK
Stucco Santina 598,00 DKK

Vakrar veggir við litaðum sparsli

Her fært tú sparlsingarevni í fleiri ymiskum litum. 

Tá tú velur litað spars, fært tú ein serligan litaleik á veggirnir, sum er sera torført at fáa við einum vanligum sparslinngaevni, sum seinni skal málast yvir. 

Litað sparslingarevni í vøkrum litum frá danska Fácil

Tú kann m.a. fáa litað sparsl frá Fácil í yvir 30 vøkrum litum. M.a. Brúnar og gráligar litur, men eisini vakrar pastel litir. Eisini ber til at finna sterkari litir.  

Øll litaði sparslevnir latast í eini mongd á 10 litrum, sum passar til eitt forbrúk sum svarar til 6-8 m2 vegg. Til hvørja spann fylgir ein “topcoat”, sum skal brúkast til at innsigla sparslevnið, so tað verður skittavvísandi og lætt at turka við einum vátligum lappa. 

Soleiðis gert tú:

Tað er lætt at viðgera tín vegg við litaðum sparsl:

  1. Vaska fyrst veggin og aftaná við grundreins.
  2. Dekka hornini og gólv gjølla við málaratape. Á hendan hátt fært tú hvassar kantar. 
  3. Koyr síðani litaða sparslið á veggin, við at brúka eitt breitt sparsl í bleytum bogum og í lítlum trekkum. 
  4. Síðani skal sparslevnið turka í 14-18 tímar. Um ójavnið er í, javna tá hetta við sparslinum. 
  5. Dekka aftur við málarateypinum, og koyr næsta lag av sparslevninum á allan veggin, og tak burtur málarateypið beint aftaná. LAt aftur sparslevnið torna í 14-18 tímar. 
  6. Dekka veggin til aftur og gjarna eitt sindur av atliggjandi veggunum. Sleipa síðani veggin varliga við sandpappíri og feia eftir við einum kusti. Nýt eina støvmasku. 
  7. Nú skal síðsta lag “topcoat” á. Til hetta skalt tú brúka ein pufrían lappa og ein forstøvara. Spræna fyrst “topcoat” á eitt minni petti á vegginum og síðani turka/dubba  við lappanum. Endurtak hetta til allur veggurin er dekkaður. Ansa eftir at tað ikki byrjar at renna. Veggurin skal nú torna í 12 tímar. 
  8. Eftir 12 tímum, endurtak nr. 7. 
  9. Hándslípa sera varliga fyri at taka burtur møguligar ójavnar. 

Ivast tú í, um litað sparsl er nakað fyri teg?

Vit vilja fegin fortelja tær meira um okkara vørur og vísa tær, hvvussu ein nýtir litað sparslingarevni. Hetta er ikki torført, hóast ein ikki hevur roynt tað fyrr. 

Hevur tú onkrar spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum. 

Vit gleða okkum at hjálpa tær.

Search