Ókeypis útbering, keypir tú fyri yvir 500kr á nethandlinum

Køkur

Gólvpapp 135 G 69,00 DKK
Flutex 20 Úr 399,95 DKK
Spartiljarn Úr 129,95 DKK
Stálspartil Úr 69,95 DKK
Sandplast LH Úr 159,95 DKK
Málaratape Úr 64,95 DKK
Interior Easy Finish 40 Úr 279,95 DKK

Máling til køkin

Málingin til køkin skal tola eitt sindur av hvørjum: Damp frá matgerðini, feitt og matarroyk. Harafturat, skal hon eisini klára tað reingerina, sum er neyðug í einum køki.  

Málingin tú velur til køkin, skal klára at tú tekur ein fugtigan klút eftir henni, uttan at hon smittar av. Hetta klára okkara køksmáling við glans. 

Generelt er glans eitt hugtak fyri, hvussu nógv lakk er í málingini. Jú meira lakk, jú meira tolir yvirflatan av. Av tí sama verður verður hon lættari at reingera, og heldur seg flotta. 
 

Vit veita hjálp til valið av máling til køkin

Hvussu høgan glans, og hvat fyri slag av máling tú skal hava, er treyta av hvat fyri stað í køkinum skal málast, og hvat fyri tilfar skal málast á: Tapet, træ, pussaðir veggir, múrsteinar ella flisar. 

Tað er eisini ymiskt hvat fólk vilja hava, viðvíkjandi glansinum á málingini. Summi dámal væl eina skínandi máling, ímeðan onnur helst vilja hava hana matta. 

Niðanfyri sært tú okkara úrvæl av máling til køkin. Um tað er nakað tú ivast í, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum, so finna vit heilt sikkurt tað røttu málingina til tín køk. Tú ert sjálvandi eisini vælkomin oman í okkara handil á Smyrilsvegi 10. 

Search