Ókeypis útbering, keypir tú fyri yvir 500kr á nethandlinum

Baðirúm

Málaratape, Gult Úr 29,95 DKK
Gólvpapp 135 G 69,00 DKK
Spartiljarn Úr 129,95 DKK
Stálspartil Úr 69,95 DKK
Vátúmsvevlím 298,00 DKK

Máling til baðirúmi

Vit seta øðrvísi krøv til málingina, sum vit nýta í baðirúminum. Hetta rúmið er ikki sum hini rúmini í húsinum, og tí setur tað eisini nøkur serlig krøv til málingina. 

Tá vit gera reint í baðirúminum, kemur tað ofta fyri, at tað er neyðugt at nýta reingeringarevni. Afturat tí, so er tað umráðandi at málingin í baðirúminum tolir fugt og vatn dropar, sum kemur tá vit nýta brúsu og bað. 

Hetta merkir, at máling, ið verður nýtt í baðirúminum, skal hava eina ávísan glans. Glans nýta vit, fyri at vísa hvussu nógv lakk er í málingini, og hvussu nógv hon av tí sama skínur. Jú meira lakk er í málingini, jú meira tolir hon at verða turkað, uttan at málingin smittar av. 

Til baðirúmini viðmæla vit, at tú nýtur eina máling, við einum minimum glans á 25. 
 

Vel tað røttu málingina til baðirúmi

At finna tað røttu málingina til baðirúmi krevur góða vegleiðing, við eyga fyri, hvussu títt baðirúm er innrætta. Um tú hevur flisar í brúsuni, og einans manglar máling til veggirnir rundanum, hevur tú einans tørv á einum slag av máling. Ynskir tú at mála alt rúmið, er kanska tørvur á fleiri sløgum. 

Vit hjálpa tær fegin við, at finna tað rætta slagið av máling og glans, sum tú hevur tørv á, í tínum baðirúmi. 

Search