Ein nýsmurd terassa er sera flott. Vit hava stórt úrvæl av terassuolju, sum bæði sær gott út, og heldur leingi.
Terassuolja er ein serlig olja, sum er gjørt til terassur. Hon er sera haldfør, og tí vælegna til tað føroyska veðurlagi.
Tað er nógv forarbeði:
Stig1: Fyrst skal terassan gerast vát við havaslanguni.
Stig 2: Vaska terassuna við terassureins. Blanda tað sum víst á dunkinum, og fordeil veskuna á terassuna við einum kusti. Lat tað virka í 15 min.
Stig 3: Skrubba terassuna grundigt. Legg kreftur í, soleiðis at hon verður heilt rein.
Stig 4: Spula nú terassuna aftur, so at skitturin fer vekk.
Stig 5: Um neyðugt, vaska hana aftur.
Stig 6: Tá træið er torna, kanst tú byrja at smyrja olju á.
Stig 1: Byrja við at mála tey brettuni, sum eru tættast húsinum, við penslinum.
Stig 2: Nú skiftur tú til rullu, við skafti. Mála restina av terassuni. Mála 1-2 brettir samstundis, og ger tey liðugt, áðrenn tú fert víðari.
Stig 3: Mála so væl sum til ber, ímillum brettini.
Stig 4: Har skal eitt javnt og dekkandi lag á øll brettini.
Stig 5: Tá tú ert liðugur, bíðar tú í 20 minuttir. Eftir hetta, turkar tú tað oljuna sum er til yvirs av við einum klúti. Klúturin skal burturbeinast á rætta hátt, tí hann er brandfarligur.
Stig 6: Endurtak 1 døgn seinni.
Ein góð terassuolja heldur vanliga í 3-4 ár, áðrenn hon skal smyrjast á av nýggjum.