Ókeypis útbering, keypir tú fyri yvir 500kr á nethandlinum

Møplar

Rulluskinn Úr 39,95 DKK
Stucco Santina 598,00 DKK
37 Grundreins Úr 139,95 DKK
Pensil Úr 249,95 DKK

Møplamáling - Soleiðis málar tú møplarnar

Ynskir tú at geva møplunum eitt hamskifti, so hava vit júst tað røttu málingina. Tað er lætt, einkul og bíligt at geva møplunum nýtt lív við møplamáling. 

Sí okkara úrvæl av teimum ymisku møplamálingunum her á síðuni, og fá góð ráð til hvussu tú skalt bera teg at. 

Hvat fyri møplar kunnu málst?

Um tú skalt mála tínar møplar, er tað umráðandi at finna útav, hvat møbilin er gjørdur av. 

Møplar kunnu vera gjørdir av nógvum ymiskum tilfari, men her eru tey mest vanligu:

→ Træ
→ Jarn
→ Plastik

Um tú skalt mála plastik- ella matalmøplar, viðmæla vit at nýta spreymáling, ella eina málarasproytu. Hetta gevur oftast flottast úrslit. 

Hetta fært tú brúk fyri

Tað er umráðandi at hava tey røttu amboðini. tá tað kemur til at mála møplar, skalt tú nýta hetta:

  • Ein ella fleiri penslar - gjarna ein stóran og ein lítlan.
  • Málirullu og málibakka
  • Sandpapír
  • Máling
  • Grundara, so máling heftir
  • Tilhyljurnar papp
  • Sparslingarevni til træ
Som med alle andre gør-det-selv projekter, skal du bruge det rette værktøj.

Forarbeiði er umráðandi tá vit mála møplar

Um vit skulu fáa tað úrsliti vit ynska, er tað umráðandi at tú gert títt forarbeiði. Møplarnir skulu vaskast við grundreins. Teir flestu møplarnir eru málaðir við einum verjandi lakkið, sum skal av, áðrenn tú skal byrja at mála. Tað sama er galdandi við leysari máling. 

Pussa møbilin við sandpapír, og vaska møbilin aftaná. Síðani nýta vit grundaran, sum ger at máling heftir á møbilin. Nýt málararulluna til teir stóru yvirfláturnar, og pensilin til smálutirnir. 

Tá lagið við grundara er turt, kanst tú sparsla við sparslingarevni til træ. Hetta ger tú einans, um møbilin hevur hol, skøvir ella hakk, sum tú vilt reparera. Tá sparslingarevni er turt, pussar tú tað lættliga, so tað verður beint. Turka støvið burtur. 

Slípa nú aftur allan møbilin við lættum sandpapír, korn 180, og turka støvið burtur. 
 

Nú byrja vit at mála

Nú ert tú til reiðar at mála møbilin, við tí máling tú hevur valt. Vit viðmæla at mála vátt í vátt - tað vil siga ongar pausur, soleiðis at máling er vát allatíð. Til træmøplar er best at brúka eina rullu til teir stóru flaturnar, og pensil til smálutirnir. 

Til plastik- og metalmøplar viðmæla vit sum áður nevt, at tú nýtur spreymáling ella eina málarsproytu. 

Møplamáling av besta kvalitet

Tá møplarnir skulu málst, er umráðandi at nýta bestu málingina, fyri at fáa besta úrsliti. Tað er umráðandi at málingin hevur rætta konsistens, so honn ikki rennur ov nógv, og verður ójøvn. Hetta ger møbilmáling av høgum kvaliteti ikki. 

Hjá Fróða hava vit einans møbilmáling av góðum kvaliteti, so kundin altíð kann vera tryggur í sínum valið.

Er tað nakað tú ivast í, er tú vælkomin at seta teg í samband við okkum. 

Search