Við sperrandi máling, ið bæði kann nýtast til veggir og loft, kanst tú verja tær ímóti:
Omanfyri nevndu tingini, kunnu lættliga koma ígjøgnum fleiri løg av vanligari máling, og tí gera skaða á veggir og loft. Við sperrandi máling, tryggjar tú tær, at veggir og loft ikki taka skaða, og harvið varðveita sína útskjónd.
Her á síðuni kanst tú síggja okkara úrvæl av sperrandi máling og grundarum, og samstundis fáa nøkur góð ráð, um hvussu tú skalt nýta hesi.
Sperrandi máling hevur tann eginleikan, at hon ger at evnir ikki sleppa ígjøgnum hana, og inn í veggir og loft.
Hendan máling inniheldur fleiri ymisk evni, sum gera at hon er meira mótstøðufør. Tað ber eisini til at nýta sperrandi máling sum grundara, og eftir hetta mála við tí endaligu málingini.Sperrandi máling nýtist mest innandura, á veggir og loft. Hetta er støð, har vanliga eru trupulleikar við misfarvin, ella lugti.
Hetta kann sperrast inni við málingini, og tí geva vegginum nýtt lív. Máling heftir væl á nógv undirløg, millum annað:
- Gibs
- Træ
- Betong
- Múrsteinar
Tað er sera vanligt, at nýta sperrandi máling til træloft. Hetta er millum annað tí, at tey kunnu verða missfarva, har tey blíva gullig ella myrk. Tað var vanligt at roykja inni fyrr, og hetta kann hava givið skaða.
Tann sperrandi málingin til træloft, kann endurnýggja gleðina av loftinum. Hon kann effektivt goyma tær myrku farvunar, og kvistar.
Um tú hevur nakrar spurningar, ert tú vælkomin at ringja til okkum, ella kom framvið okkara handli má Smyrilsvegi 10.