Ókeypis útbering, keypir tú fyri yvir 500kr á nethandlinum

Træolja

Ædeltræolja 1 L 179,95 DKK
T14 Reyðviður Úr 178,00 DKK
T14 Olja Úr 148,00 DKK

Hvat er træolja?

Træolja nýtur tú til træ. Hon ger, at træið framstendur so natúrligt sum til ber. Uttandura havamøblar niðurbrótast vanliga skjótt, og tí ert gott at smyrja olju á.  

Nær skal ein nýta træolju?

Tað er smart at geva øllum havamøblunum eina kerliga hond um vári, áðrenn teir fara útum at standa. 

Hygg eftir veðrinum

Tað er best um tað er turt 1 viku áðrenn og aftaná, tú skalt mála, og ikki í beinleiðis sólarljósi. Eingin segði tað skuldi vera nemt :) 

Kann man smyrja olju á máling?

Ikki við træolju, tí hon skal søkka inn í træið fyri at verja. 

Soleiðis gert tú:

Tað er best um tað er yvir 15 gradir úti, og ikki verður mála í beinleiðis sólarljósi. 


Stig 1
Reinsa við træreins, og lat torna í 1 døgn. 

Stig 2
Rør í oljuni áðrenn. Um tú hevur fleiri sløg av olju, burdi tú blanda tær, fyri at fáa sama úrslit, á øllum trænum.

Stig 3
Smyr oljuna á við einum pensli, javt. Smyr í longdaratning av trænum. Smyr 3-4 brettir í senn, soleiðis at tað ikki sæst munur á.

Stig 4
Lat liggja í 15 min, og turka síðani alla yvirskots oljuna av.

Stig 5
Stig 3 og 4 kunnu gerast umaftur, um neyðugt. 

Stig 6
Alt eftir veðrinum og hita, tekur tað 1-2 døgn hjá oljuni at virka. Í hesum tíðarskeiðinum má træið ikki útsetast fyri vatn.

Um tú ivast, so spyr enduliga. 

Search