Ókeypis útbering, keypir tú fyri yvir 500kr á nethandlinum

Tak- og sokkulmáling

Soleiðis málar tú við sokkulmáling

Tað er umráðandi at kanna, um undirlagið er egna at mála á. Um tað eru stórar rivur og skaðar á sokklinum, er neyðugt at múra tað umaftur. 

Tá tað er klárt at mála, viðmæla vit at fylgja hesi mannagongd:

 

Ger pláss - Byrja vit at flyta útimøblar og krukkur, sum kunnu standa fyri.

Reinsa sokkulin - At mála omaná skitið tilfar, gevur eitt sera vánaligt úrslit. Tí er umráðandi at vaska væl áðrenn.
Um undirlagið er sera sugandi, t.d. rátt betong, má tað grundast fyrst. 

Nú mála vit við okkara valdu máling - Nýt pensil ella rullu. tann mest vanliga sokkul málingin er svart. 

Sokkul- og takmáling

Tað ber til at finna eina máling, sum er bæði til sokkul og tak. Vit viðmæla at tú byrjar ovast, og arbeiðir omaneftir. 

Spyr um tú ivast

Vit eru altíð til reiðar at vegleiða og hjálpa, soleiðis at títt arbeiði verður gjørt á besta hátt. 

Search