Ókeypis útbering, keypir tú fyri yvir 500kr á nethandlinum

Spreymáling

Prisma spraydósir Úr 79,95 DKK
Metalspray glatt 149,95 DKK

Spreymáling - Ger tína ætlan lættari

Spreymáling kann vera ein góð loysn til tína næstu ætlan. Til ber at fáa spreymáling, ið kann nýtast úti, inni og á ymiskum yvirflatum. 

Serliga um tú skal mála ein ójavnan yvirflata er spreymáling ein góð losyn, tí ofta er torført og tíðarkrevjandi  at mála við pensli. 

Eitt annað dømi eru yvirflatar, har tað er rust. Rustið skal skavast av fyrst, og síðani skal yvirflatin málast. Á tann hátt sleppur tú lættari til, og ein fær eisini eitt gott úrslit. 

Vit hava hesa máling frá Motip, sum er sera løtt at fáast við. Tú kann nýta málingina inni og úti, og á metal, træ, stein, pappír og leirvørur. Málingin er rustverjandi, grundmáling og endamáling í einum. Hon fæst í 27 fravum. 

Spreymáling er eisini góð og løtt til radiatorar. 

Hvussu máli eg við spreymáling?

Sum nevnt áður er spreymáling eitt gott val til torførar yvirflatar, har ein ynskir eitt javnt úrslit. Tú skal byrja at reingera yvirflatan. Summar yvirflatar, t.d. træ, skulu eisini slípast eitt sindur, áðrenn tú kann mála. 

Um tú skal spræna yvirflatar, sum longu eru lakeraðir ella slættir, skal tú vera meira neyvur. Her er ein avslíping sera týdningarmikil, tí spreymálingin kann lagra. Tó skalt tú ansa eftir, ikki at slípa ov djúpt og ikki at gera djúpar skøvur. Tað er eisini eitt gott hugskot at spreymála tvær ferðir hereftir. Fyrsta lagið fer at rigga sum ein grundara, og næsta lag gevur ein flottan yvirflata. 

Góð ráð 

Vaska og slíp áðrenn tú byrjar. Tín lutur skal vera turrur, áðrenn tú fert í holt við at mála. Sum mest møguligt skal tú spreymála úti. Minst til at dekka til, so máling ikki kemur á flisar ella annað. Um tú skalt mála í longri tíð, vilja vit viðmæla at tú nýtir eina masku.

Vanliga er eitt gott hugskot at halda dósina við málingini 20-30 cm vekk frá lutinum, sum skal málast. Ofta eru tvey løg av máling  neyðug. 

 Málaði luturin skal torna uttanfyri, eitt turt stað. Ofta skal málingin torna í nakrar dagar. Spreymálingin tornar tó, heilt til hon er harðnað. Tað kann gott taka nakrar vikur. 

Minst til at goyma spreymálingina eitt frostfrítt stað uttan beinleiðis sólarljós.

Search