Ókeypis útbering, keypir tú fyri yvir 500kr á nethandlinum

Træ- og metalmáling

Tol Úr 198,00 DKK
Interior High Finish 50 Úr 289,95 DKK
Skipslakk Úr 198,00 DKK
Interior High Finish 90 Úr 289,95 DKK
Interior High Finish 20 Úr 289,95 DKK
Interior Easy Finish 40 Úr 279,95 DKK

Hvat er træ- og metalmáling?

Hendan málingin er gjørd til træ og metal. Málingin gevur eina harða og slitsterka yvirflatu. Hon egnar seg sera væl til eitt nú køksskáp, tí hon er so slitsterk.

Nær skal eg mála træ uttandura?

Tá málingin byrjar at smitta av, tá tú gníggjar fingurin eftir henni, er tíð at mála aftur. Og tá hon dettur av, tí tú setur negluni í. 

Nær skal eg mála træ innandura?

Innandura træverk heldur longri, áðrenn tað skal málast aftur. Her mála vit, tí málingin hevur mist sín glans, og av tí sama treingir til at fáa ein nýggjan umgang træmáling. Tað kann eitt nú vera durakarmar ella listar, sum er nógv útsettir. 

Nær skal eg mála metal uttandura?

Um málingin byrjar at detta av, ikki er javn fordeild, og hevur mist sín glans, er tað uppá tíðina at mála aftur. Um hetta ikki er tíðiligt nokk, so eru rustplettar tað næsta tú hyggur at. Um tú sært rust, er tíð at mála aftur. 

Nær skal eg mála metal innandura?

Innandura metal, sum er mála, heldur sær leingi. Tað kann eitt nú vera seingjaramman. Tá málingin byrjar at missa sín glans, og skittur og annað er ov skjónligt, er tíð uppá at mála aftur. 

Tað kann ofta vera gott, at koma ígongd tíðliga, soleiðis at rust og annað ikki seta seg í metallið. Hetta ger tað lættari at viðlíkahalda, uttan at skula skifta út. 

Soleiðis málar tú við træmáling

Soleiðis gert tú, tá tú skal mála títt timbur. Vit plaga at siga, at 75% av tíðini er til fyrireikingar. 

Finn tað røttu málingina
Tað er eitt gott hugskot, at finna tað træmáling, ið passar til træslagi. Har eru eisini nógvir møguleikar tá tað kemur til glans. Tað er upp til tín at finna tann glansin, tær dámar best. Tað er eisini ymiskt, um tú málar rundan um vindeyga, hurðar, karmar, listar, ella okkur heilt annað. Vit rágeva gjarna, soleiðis at tú finnur røttu málingina. 

Soleiðis málar tú við træmáling:

Vaska grundigt
Brúka grundreins, og nýt kreftur, soleiðis at træið verður heilt reint. 

Dekka gjølla av við tape
Tað kann vera eitt sindur strævið, at skula dekka væl av áðrenn ein byrjar at mála. Tó, so hava vit oftani uppliva, at um ein velur tað frá, kemur man at angra tað. Dekka væl av við málaratape, og plastik/pakk um neyðugt. 

Skava leysa máling av
Legg kreftur í, soleiðis at øll tann leysa máling fer av. Tað er ikki neyðugt at beina burtur alla málingina, bara at hon situr føst. 

Slípa við sandpapír
Slípa við sandpapír korn 100. Vit slípa altíð við trænum, og ikki ímóti tí. Støvsúgva væl aftaná. 

Mála tvær ferðir
So skulu vit enduliga mála! Mála helst við langum trekkum, soleiðis at endaliga úrslitið verður flottast. Vit viðmæla altíð at mála 2 ferðir, og um neyðugt kanska oftari. Smyr gjarna eitt tjúkt lag á, og ansa eftir at málingin ikki rennur. Minst til at take tape av, ímeðan málingin er vát. 

Search