Ókeypis útbering, keypir tú fyri yvir 500kr á nethandlinum
1868010
148,00 DKK
Træverja 14 er ætlað á alt slag av viði, óhølvaðum og hølvaðum, har ynskt verður at viðingin skal síggjast.
Viður sum er smurdur við Træverja 14, hevur onga ávirkan á nærliggjandi gróður. Tí kann Træverja 14 væl nýtast á t.d. træverk í vakstrarhúsum.
Litur:
Verður framleitt í fleiri grundlitum
Brúksreglur: Rør væl áðrenn smurt verður, og av og á undir arbeiðinum har smurt verður við litaðari Træverju 14. Træverja 14, sum ikki er druknað inn í viðin aftaná 10-15 minuttir, eigur at vera turkað av við klúti.
Á nýtt timbur:
Smyr 3 ferðir og harav seinastu ferð við klárum
Viðlíkahald:
Eina ferð við litaðari Træverju 14, og seinnu ferð við klárari, – alt eftir tørvi.
Lakkering:
Kann verða smurt á flatan við pensli, rullu, svampi ella sproytu.
Trygdarflokkur:
2 – 1
Tynna og reinsa amboð:
Mineralskt terpentin.
Tíð at torna:
5-6 tímar við 20°C
Mála útyvir:
Eftir 4-8 tímar, alt eftir umstøðum.
Tjúkd:
Um 10 sek. (DIN 4; 25°C)
Evnisnøgd:
Um 0,86 g/ml (25°C)
Turrevni:
Uml. 28% av nøgd ella uml. 24% av rúmd.
Tilfarsnýtsla:
Uml. 10-16 l/m2 í ummáli alt eftir hvussu nógv flatin drekkur í seg og umstøðum annars.
Hendan síðan nýtir fjarsporing fyri at vit kunnu tryggja tær ta best møguligu upplivingina. Við at nýta heimasíðu okkara váttar tú at vit brúka fjarsporing. Les meira her.