Útsøla

Kemilux

TILBOÐ: Sproyta og gróður reins

Stødd
Stk.


 Tilboð uppá sproytu og gróður reins 🏡🙋‍♂️

 Sproytan tekur 5 litrar 💦💦

 

Lítil pakki: Sproyta 5L og 2,5L gróður reins

Stórur pakki: Sproyta 5L og 10L gróður reins

Gróðurreins uttan klor (fæst uttan sproytu her)

Nýtsluháttur: 
Tynn við vatni 1:3. Koyr á við forstøvara ella bust, meðan turt er í veðrinum. Skal ikki skolast av aftur. 
Fyri skjótari virkning: Skrubba væl við bust. Endurtak, um neyðugt, viðgerðina. 

Vanda- og trygdarásetingar:
Ertir eygu og hold.
Goym fyri børnum.
Anda ikke aerosol í teg.
Kemur nakað av evninum í eyguni, skola væl við vatni og far til lækna.
Hendir vanlukka ella verður onkur ússaligur, far til lækna. Hav etikettina við, um til ber.

Blanda ikki við sýru.

 

Gróðurreins við klor (fæst uttan sproytu her)

Vørulýsing: Natriumhydroxid, natrium-hypochloritloysingur, 15% aktivt klor, 15-30 % bleikievni við klori, < 5 % fosfat, nonionsk yvirflatuaktivt evni.

Nýtsluháttur: Kann nýtast óblandað ella tynnast við vatni efter tørvi. Smyr Gróðurreins uppá, lat virka í 10 - 15 min alt efter umstøðunum. Um neyðugt brúka bust ella kust. Skola væl við vatni aftaná viðgerð.

Vanda- og trygdarásetingar:
Ger eitrandi gass saman við sýru.
Ertir eygu og hold.
Goym fyri børnum.
Anda ikke aerosol í teg.
Kemur nakað av evninum í eyguni, skola væl við vatni og far til lækna.
Hendir vanlukka ella verður onkur ússaligur, far til lækna. Hav etikettina við, um til ber.

Blanda ikki við sýru.

Gott luftskifti skal vera, har evnið verður nýtt.

 

Góð ráð: 

Vit mæla til at Gróðurreins helst skal smyrjast á óynskta gróðurin, tá tað er turt í veðrinum, og best er, um tað hevur verið turt í nakrar dagar.

Eisini er umráðandi at vita, at Gróðurreins við klor er bleikjandi og kann tí broyta litin á innsmurdu flatuni. Um tú ikki ynskir at bleikja flatuna, skal tú velja Gróðurreins uttan klor. 

Search