Ókeypis útbering, keypir tú fyri yvir 500kr á nethandlinum
5800100
450,00 DKK
Rustmislittar jarnflatur, málingaflatur, flatur úr glasfipuri og plastikk kunnu viðgerast við RUSTVASK, so tær sýnast reinar og nýmálaðar.
Við nýtslu av RUSTVASKI á málaðar flatur tryggjar tú tær betri heftigrund fyri nýggjari máling. Illa mislittir koparlutir kunnu eisini viðgerast við Rustvaski.
RUSTVASK er sera munadygt til viðlíkahald uttan á skipum, eins og til aðrar flatur, sum eru útsettar fyri áloypandi vind- og saltávirkan.
Galvaniseraði evnir og nylon tola ikki hetta reingerðarevni. Rustvask má ikki koma í samband við evni við klori í, tí hesi menna giftug gassir í súrum umhvørvi.
Vit hava 30 ára royndir innan viðlíkahald og reingerð av útvendum flatum í tí veðurharða Atlantshavinum.
Rustvask kann viðmælast til:
Nýtsla: Ótynt ella tynt við vatni. Smyr ella sproyta RUSTVASK á økið. Bíða eina løtu. Skola síðani við vatni.Er flatan illa rustað, kann tann sterkari RUSTLOYSARIN frá Kemilux viðmælast.
Galvaniseraði evni og nylon tola ikki RUSTVASK.
Má ikke koma í samband við klorhaldug evni, tí hetta kann elva til menning av eitrandi gassi.
Goymsla: Væl afturlatin í upprunaligum ílati. Frostfrítt. Læst og óatkomiligt fyri børnum.
Hendan síðan nýtir fjarsporing fyri at vit kunnu tryggja tær ta best møguligu upplivingina. Við at nýta heimasíðu okkara váttar tú at vit brúka fjarsporing. Les meira her.