Ókeypis útbering, keypir tú fyri yvir 500kr á nethandlinum

Strandamáling

1868010

T14 Olja

Mongd
Litur
Stk.

Hálvfjalandi

Træverja 14 er ætlað á alt slag av viði, óhølvaðum og hølvaðum, har ynskt verður at viðingin skal síggjast.

Viður sum er smurdur við Træverja 14, hevur onga ávirkan á nærliggjandi gróður. Tí kann Træverja 14 væl nýtast á t.d. træverk í vakstrarhúsum.

Litur:
Verður framleitt í fleiri grundlitum

Leiðbeining

Brúksreglur: Rør væl áðrenn smurt verður, og av og á undir arbeiðinum har smurt verður við litaðari Træverju 14. Træverja 14, sum ikki er druknað inn í viðin aftaná 10-15 minuttir, eigur at vera turkað av við klúti.

Á nýtt timbur:
Smyr 3 ferðir og harav seinastu ferð við klárum

Viðlíkahald:
Eina ferð við litaðari Træverju 14, og seinnu ferð við klárari, – alt eftir tørvi.

Lakkering:
Kann verða smurt á flatan við pensli, rullu, svampi ella sproytu.

Trygdarflokkur:
2 – 1

Tynna og reinsa amboð:
Mineralskt terpentin.

Tíð at torna:
5-6 tímar við 20°C

Mála útyvir:
Eftir 4-8 tímar, alt eftir umstøðum.

Tjúkd:
Um 10 sek. (DIN 4; 25°C)

Evnisnøgd:
Um 0,86 g/ml (25°C)

Turrevni:
Uml. 28% av nøgd ella uml. 24% av rúmd.

Tilfarsnýtsla:
Uml. 10-16 l/m2 í ummáli alt eftir  hvussu nógv flatin drekkur í seg og umstøðum annars.

Search