Ókeypis útbering, keypir tú fyri yvir 500kr á nethandlinum

Strandamáling

Regnsperra

Stk.

Vatnskýggjandi

Til betong og líknandi byggitilfar at forða fyri, at tað sýgur vætu í seg.

Regnsperra er ein vatnskýggjandi, klár loysn úr monosilani og siloxani, sum lættliga treingir inn í poknut og steinhavið (s.s. betong) byggitilfar.
Regnsperra fær eina slitsterka, evnafrøðiliga binding og ger tí betongveggin vatnskýggjandi leingi. Hetta ávirkar ikki vætuna í luftini, og tí verður vætuskiftið millum steinslag og umhvørvi ikki ávirkað.
Regnsperra hóskar væl at forða fyri, at væta verður sogin inn í rivur.
Regnsperra gevur flatanum eina sterka vatnskíggjandi eginleika og hóskar tí væl, tá flatin skal vera ómálaður.

Leiðbeining

At smyrja:
Flatin skal vera reinur og turrur, áðrenn Regnsperra verður smurd á. Best er at nýta eina sproytu, ið sproytar við lágum trýsti, skal flatin verða javnt smurdur. Sproytað verður tvørtur um tann loddrætta flatan við 20-30 cm ímillum. Best er at byrja í neðra og arbeiða uppeftir, so sæst betur, hvussu arbeiðið líður. Eisini ber til at nýta pensil ella rullu. Fylgt verður við, at passalig nøgd verður smurd á flatan.

Trygdarflokkur:
1 – 2

Tynna og reinsa amboð:
Mineralskt terpentin. Aseton kann nýtast til at reinsa Regnsperru, sum er tornað, t.d. av rútum.

Tíð at torna:
Nakrir minuttir

Mála útyvir:
Eftir 1-2 dagar. Er undirlagið veruliga vátt er betri at bíða enn longur.

Evnisnøgd:
Uml. 0,82 g/ml (25°C),

Tilfarsnýtsla:
Uml. 0,20 l/m2 í ummáli, alt eftir ísogumegini hjá flatanum og umstøðunum annars.

Minsti  arbeiðshiti:
Flatin skal vera væl yvir vætumarkið í luftini.

Search